Aðrar tungumál:
- Royn hann sjálv/ur
- Vanligur Háttur
- Vinkul festing
- Broytarar
- Sjálvvirkur skermmiðstøðuháttur
- Sí eisini
Tekna Knøttir
Knappaborð stytting:'_
A
— er ein av arbeiðsháttunum
Hendan hátturin virkar forskelligt eftir hvussu tú nýtir hann.
Royn hann sjálv/ur
Opna josmwiki-actiondraw.osm við at nýta valmyndina Fíla > Opna Stað ... (Ctrl+L
).
Vanligur Háttur
Ger ein knøtt
Tá ið val er tømt, um tú klikkar á eitt tømt øki á skerminum leggur tú aftrat ein nýggjan knøtt sum er óhildin av onkrum
vegi:
Klikk á knøtt steðgar tekningarhátt
Til at steðga tekningarháttin, klikk á valda eind (knøtt) aftur. Hetta kann gerast so skjótt at nakrir brúkarar misskilja tað sum dobbeltklikk. Nei, tú tørvar ikki dobbeltklikk:
Tekna ein part
Við tømt val, um tú velur ein knøtt og síðan klikkar á eitt tømt øki á skerminum leggur tú aftrat ein nýggjan knøtt og ger ein nýggjan veg (við einum parti):
Ávaring: klikk á annan knøtt í parti steðgar vanliga tekningarháttin
Klikk á knøtt byrjar nýtt part líkt sum tømt val
- Um tú ikki er at tekna í løtuni, kanst tú velja ein knøtt við vinstra músaknøtti
- Um knøtturin er endaknøttur á linju, verður eisini linjan vald (endaknøttur + vegur í vali); hetta verður greint í Samfelld tekning (niðanfyri)
Í undirvísingini niðanfyri, er vinstra músaknøttur nýttur til at velja fyrsta tekningarháttin, síðan klikkað 6 ferðir á knøttir:
Fellir knøttir
Hetta er ofta neyðugt tá ið tú rættar motorvegar ella áarlop.
Fellir knøttir við øðrum vegi
Um ein knøttur er longu valdur og tú klikkar millum tveir knøttir í einum vegi, verður nýggjur knøttur lagdur aftrat á vegnum, millum tveir longuverandi knøttir, og vegur verður teknaður millum longuvalda knøttin og nýggja knøttin.
Nýggjur knøtturin verður partur av báðum vegunum. Hann verður oftast kallaður "fellir knøttur".
Einfaldasta dømið:
Fellir knøttir eru størri
Tað hjálpir tær at kenna teir frá øðrum knøttum.
Fyrsti teknaði vegurin hevur fellir knøttir við gamla vegi og annar teknaði vegurin hevur ongar fellir knøttir (smálutir um hvussu annar vegur varð teknaður verða greindir niðanfyri):
Vinstra músaklikk leggur aftrat knøttir á yvirliggjandi vegir
Um tveir vegir liggja yvir hvørjum øðrum, ger eitt einfalt músaklikk ein fellan punkt.
Dobbeltklikk steðgar tekning á endaknøtti
Tekning steðgar, um tú dobbeltklikkar tá ið tú ger síðsta knøttin. Tí mást tú ikki klikka á síðsta knøttin, men tú mást vita um henda serstaka føru:
Samfelld tekning
Fyrrverandi vegur verður framhaldur um bæði eru sann:
- ongin ting var valdur ELLER umrøddur vegur var valdur
- tekningarháttur varð nýttur á endaknøttir
Um tekningarháttur verður nýttur á ikki-endaknøttir, ger hann ein nýggjan veg í staðin fyri at framhalda við gamla:
Vinstra klikk á teknaðum vegi steðgar samfellda tekning
Tað er ikki týdningarmikið um tú klikkar á knøttir ella ger ein nýggjan knøtt í vegi:
Festir seg til longuverandi knøttir ella vegir
Legg til merki hvussu knøttir og vegir broytast í gulan lit tá ið tú hovrar yvir teimum:
Um tú klikkar nærindis longuverandi knøtt, tekur hann "part" millum tað ið var valt áðrenn, og longuverandi knøttin, og hetta loyvir tær at nýta longuverandi knøttir til at gera nýggjan veg / øki (so at vísir knøttir og "partar" kunnu verða nýttir í meira enn einum vegi / øki):
Vinkul festing
Ofta neyðugt tá ið tú rættar girðingar, múrar, óeinføld bygningar, innanhýsis eindir og aðrar menniskjagerðar eindir, døkt undir Vinkul Festing (en).
Broytarar
Alt
broytari
Um tú haltir Alt
-knøttin meðan tú nýtir hendan hátt, byrjar hann ein nýggjan veg í staðin fyri at framhalda við longuverandi veg.
Shift
broytari
Um tú haltir Shift
-knøttin meðan tú nýtir hendan hátt, óvirkar hann "sjálvvirkna samanbinding". Tí verða ongir partar teknaðir millum nýggjar knøttir.
Ctrl
broytari
Um tú haltir Ctrl
-knøttin meðan tú nýtir hendan hátt, óvirkar hann festingina til longuverandi veg, sum loyvir tær at tekna knøttir nærindis, men ikki part av, longuverandi vegi.
Samanseting av broytarum
Tú kanst valfrøliga nýta ein ella fleiri broytarar samstundis til at náa til ynskta úrslitið.
Her er Ctrl
broytari nýttur saman við Shift
:
Sjálvvirkur skermmiðstøðuháttur
Trýst og slepp Ctrl+Shift+F
áðrenn tekning til at virkja Skermfylging (en). Um hon er virk, verður skermin sjálvvirkandi miðstillaður á hvørjum nýggjum knøtti ið verður teknaður.
Sí eisini
Aftur til Háttur valmynd
Aftur til Høvuðs hjálp